Demodicosa.
Demodex canis.
Djóralæknatænastan hevur á fyrsta sinni
staðfest sjúkuna "Generaliserað demodicosa" hjá hundi,
Hundurin var innfluttur til Føroyar. Orsøkin til sjúkuna
er ein motta, Demodex canis, sum heldur til og nørist í
hársekkjunum. Vanliga verður roknað við at mottan er
til staðar í hársekkjunum, men at sjúkan bert
verður sjónlig, tá umstøður við dýrunum
gera, at hon brýtur út. Sjúkan vísur seg við
skriða og eksemi og bruna um allan kroppin á hundinum.
1. Juvenil demodicosa er sjúka hjá ungum dýrum,
sum ofta grøðir seg sjálva tá hundurin er um eitt
ára gamal.
2. Demodicosa hjá hundum eldri enn eitt ár, verður
mett at vísa seg tí immunverjan hjá hundinum er ikki
nóg góð. Hon lekist ikki sjálv, men viðgerð
fyri mottuna kann gera at hundurin verður frískur.