Djóralæknatænastan
Faroese Veterinary Service

Varðagøtu 85, FO-100 Tórshavn, Telefon 315273, fartelefon 216830, 210583, 210633
Teldupostur.
Djóralækni

Vit eru á facebook
Vit veita øllum dýrum alla vanliga veterinera viðgerð. Tríggir djóralæknar, nærlagdir og vandnir. Dagførd teknisk útgerð.
 

Vit halda til á Varðagøtu 85 í Tórshavn.

 

Vit hava viðtalu mánadag til fríggjadag frá klokkan 8.00 til 16.00.

8.00 til 12.00 er opin viðtala. Tað vil siga, at øll eru vælkomin í viðtaluhølið við sínum dýrum. Neyðugt er ikki at avtala tíð frammanundan.

13.00-16.00 ber til at avtala tíð, um tað ikki er møguligt at koma fyrrapart.

Vit taka telefonina allan dagin.

Flestu størru skurðviðgerðirnar verða gjørdar seinnapart.

Hava tygum bráðneyðug ørindi, ber altíð til at fáa fatur á okkum. Uttan fyri vanliga viðtalutíð vísir okkara tlf 315273 til vakthavandi djóralækna.
Okkara arbeiðsøki er breitt. Vit taka okkum av millum øðrum neytum, rossum, seyði, hundum, kettum, flogfenaði, smærri fragddýrum, so sum kaninum, marsvínum, hamstarum o.ø.m.
Viðgerðirnar eru alt úr smærri rutinuviðgerðum í størri skurðviðgerðir.

Prísir

Hølir og starvsfólk.
Umstøðurnar á Varðagøtu 85 eru góðar við rúmligum og vælútgjørdum hølum. Djóralæknatænastan er mannað við trimum djóralæknum. Sí starvsfólk.
Í ovaru hæddini hava vit inrættað okkum við einum bíðirúmi, einari skrivstovu, stórari kanningar- og skurðstovu, goymslurúmi til heilivág og aðra neyðuga vøru og einum goymslurúmi til hunda- og kettufóður. Í kjallaranum hava vit eitt goymslurúm, eitt kanningar- og skurðrúm til grovari arbeiði, millum annað seyð og ross, eitt kanningarrúm, eitt røntgenrúm og eitt myrkarúm til framkalling av røntgenmyndum.


 
Av tekniskari veterinerari útgerð hava vit millum annað:




Vettest 8008 blóðkanningarapparat. MyLab ultraljóðskannara Røntgentól Poskom Komesaroff doyvingartól við isofluran doyvingarevni og súrevni.




Monitor til at kanna EKG, blóðtrýst, puls, hjartalag, súrevni í blóði, likamshita og andadrátt m.a. undir skurðviðgerð Ultraljóðtannreinsing.
Tannsteinurin verður brotin av við ultraljóði
Memmert hitaskáp til at ala bakteriur til mikrobiologiskar kanningar og til sterilisering av veterinerum skurðviðgerðartólum. Mikroskop til nærri kanningar av bakterium, sníkum og øðrum.

     
Mikrotranspondaraavlesara til at lesa mikrochips merki.