Sjúkueyðkenni:Allir hundar, sum ikki eru koppsettir, kunnu gerast sjúkir. Tó
eru hundar, yngri enn eitt ár, serliga í vanda. Hesir hundarnir
eru eisini teir, sum eru í stórsta vanda fyri at doyggja
av sjúkuni. Sjúkueyðkennini eru fepur, oman fyri 40C.
Spýggja, innrið, líkasæla, ringur matarlystur,
tosti, eygnabruni, pína í búki. Rovan í t.d.
eygunum verður, sum frá líður, gul. Tilgerðartíðin
er úr 6 í 9 dagar. Livir hundurin sjúkuna av, hendir
tað seg, (25%) at eygnahinnan kámast og verður blálitt
(blue eye). Hettar batnar tó aftur, eftir stutta tíð,
hjá flestu hundum. Hundar, sum hava verið sjúkir, smitta
í ½ ár ella meira, eftir at teir eru frískir
aftur. Virus er at finna serliga í slevi, landi og skarni. Hundurin
skal hava virus niður í seg, fyri at gerast sjúkur.
|
Viðgerð:Hundarnir verða ofta illa sjúkir.
Tá smittuevni er virus, er ikki nøkur beinleiðis viðgerð
fyri sjúkuna. Djóralæknin kann tó geva stimbrandi
viðgerð fyri at hjálpa upp á støðuna,
til dømis vætuviðgerð, pínuviðgerð
og antibiotika, og hundurin kann hóra undan á henda hátt.
Avgerandi er tó at fara undir viðgerð skjótast gjørligt.
Umráðandi er at koppseta fyri hesa sjúku.
Koppingarevni er munagott og verjir fram ímóti 100%. |