Spolormur.
Toxocara felis, Toxascaris.
 Spolormurin er vanligasti ormurin hjá kettu. Kallormurin verður upp í 10 cm langur, kvennormurin  í mesta lagi 18 cm langur. Orsøkirnar til at hesin ormur er so vanligur, eru fyrst og fremst fylgjandi:
 
Sera stórt tal av eggum eru undan hvørjum ormi. Ormaeggið tolur  sera nógv av. Tað kann liggja í fleiri ár í lendinum og tó smitta. Kettan ber smittuna í sær í áravís uttan at vera sjúk. Mýs, skorðdýr, maðkar og onnur dýr, sum kettur taka, bera smittuna í sær.

 

 
Ringrás hjá spolormi hjá kettu
  Sjúkueyðkenni kunnu verða: vánaligur trivnaður, losing, innrið, spýggja, hosti, histi og losing. Serliga eru tað kettlingar og ungar kettur, ið vísa tekin til at vera sjúk av ormi. Vanliga sæst einki til ormin, men við hvørt er ormur at síggja í spýggju frá kettuni. Eggið er so lítið, at tað sæst bert í sjóneyku.
 
Spolormur
Møguleikarnir fyri smittu eru fleiri: 
1. Frá løðu til avkom (við blóðrenslinum til fostrið í kettlingamóðrini og við mjólkini til kettlingarnar, tá teir súgva. 
2. Frá kettu til kettu við ormaeggum í skarninum. 
3. Frá øðrum dýrum (mýs, fuglar, skordýr o.a.). 
4. Gjøgnum skinnið.
Viðgerð: 
Vaksnar kettur eiga at verða viðgjørdir fyri orm 1-2 ferðir um árið. Kettlingar oftari.


Ketta fyri illum
Kettur ganga á illum tvær til seks ferðir um árið. Tá ein ketta gongur á illum, loysnar ikki egg úr eggjastokkinum uttan so, at kettan verður áløgd av frensi.
Tað ber til at forða fyri at ketta gongur á illum. Hettar verður antin gjørt við heilivági - kettan fær eina tablett við progesteroninnihaldi  eina ferð um vikuna - ella við skurðviðgerð: hon verður geld, steriliserað.


Frensur fyri gess
Gessurin kann takast frá frensi antin við at viðgera hann við hormonum, ella við at gelda hann.
Frensar kunnu verða geldir frá teir eru um 6 mánaðar gamlir.


Koppseting
Í londunum rundan um okkum, er vanligt at koppseta kettur fyri ymiskar smittandi sjúkur. Hettar hevur tó ikki verið neyðugt í Føroyum.
Nú flutningur av dýrum millum Føroyar og útlond er vorðin so vanligur, eigur tó at vera hugsað um at koppseta kettur í Føroyum.