Koppseting.
Í londunum rundan um okkum, er vanligt at koppseta hundar fyri ymiskar smittandi sjúkur, hundasjúkuvirus, hepatitisvirus, parvovirus, parainfluenzavirus, leptospira canicola og leptospira icterohaemorrhagia. Hettar hevur ikki higartil verið neyðugt í Føroyum.
Omanfyristandandi er ikki longur galdandi. Vit hava nú staðfest Hepatitis Contagiosa Canis, HCC, hjá hundi í Føroyum, og sjúkan tykist at breiða seg. Vit ráða tí øllum til at fáa sínar hundar koppsettar.

Nú flutningur av dýrum millum Føroyar og útlond er vorðin so vanligur verður rátt til, at kettur og kanska ross við, verða koppsett fyri ávísar smittandi sjúkur.


Spolormur. Toxocara canis, Toxascaris.
Spolormurin er vanligasti ormurin hjá hundi. Hann verður upp til 10 cm langur. Orsøkirnar til at hesin ormur er so vanligur, eru fyrst og fremst fylgjandi:
Stórt tal av eggum eru undan hvørjum ormi. Tað er ikki óvanligt at tað í 1 g av skarni frá einum hvølpi, kunnu verða umleið 15.000 egg.
Eggið tolir  sera nógv av. Tað kann liggja í fleiri ár í lendinum og tó smitta.
Tíkin ber smittuna í sær í áravís uttan at verða sjúk.
Spolormaegg, Toxocara canis
Spolormur frá hundi
 
Ringrás hjá spolormi hjá hundi
Sjúkueyðkenni kunnu verða: vánaligur trivnaður, losing, innrið, spýggja, hosti, histi og losing. Serliga eru tað hvølpar og ungir hundar ið vísa tekin til at vera sjúkir av ormi. Vanliga sæst einki til ormin, men við hvørt er ormur at síggja í spýggju frá hundinum. Eggið er so lítið, at tað sæst bert í sjóneyku.
 
Spolormur
Møguleikarnir fyri smittu eru fleiri: 
  • 1. Frá tík til avkom (við blóðrenslinum til fostrið í hvølpamóðrini og við mjólkini til hvølparnar tá teir súgva.
  • 2. Frá hundi til hund við ormaeggum í skarninum.
  • 3. Frá øðrum dýrum (mýs, fuglar, skordýr o.a.).
  • 4. Gjøgnum skinnið.
Spolormar ringja seg í petriskál. (Ikki so øgiliga spennandi.) 
Viðgerð:
Rátt verður til at viðgera vaksnar hundar fyri orm 1-2 ferðir um árið. Hvølpar oftari.


Um tík á illum
Tíkar ganga á illum 1 til 2 ferðir um árið. Eitt rið verður býtt upp í fleiri partur:
Forrið
Her ger tíkin seg til at ganga á illum. Burðarliðið hovnar og tað drýpur blóð frá henni. Hundar koma til og fjeppast uppi í tíkini, men hon skoytir ikki um teir enn. Hettar stendur við í umleið 9 dagar. (3-16 dagar). 
Rið
Tíkin vísur áhuga fyri hundum og roynir at halga teir upp á seg. Hon bløðir ikki longur, men tað drýpur ístaðin klárt frá burðarliðinum. Riðið heldur á, til hon ikki leggur í hundarnar longur, umleið 9 dagar. (4-12 dagar). 
 Eggloysn 
Eggið loysnar úr eggjastokkinum umleið 1-3 dagar eftir at tíkin fyrstu ferð vil taka ímóti hundum. 
Eftirrið
Her riggar tíkin av aftur. Burðarliðið minkar, og tað drýpur bert lítið ella als ikki frá henni. Hundarnir missa áhugan fyri henni. 75 dagar. (60-90 dagar). 
Hvíld
Tíkin gongur ikki longur á illum. Tað ganga í miðal 125 dagar til hon kemur í forriðið aftur. (15-265 dagar). 


Tík fyri illum.
Tá ein tík er búgvin, gongur hon á illum fyrstu ferð. Tað er tó ymiskt hvussu gamlar tíkarnar eru, fyrstu ferð tær ganga á illum. Úr 7 mánaðum upp í 12 mánaðar. Vanligt er, at  tíkar av smærri slagi, ganga fyrri á illum fyrstu ferð, enn tey størru hundasløgini. Tíkar kunnu viðgerast, so tær ikki ganga á illum. Tíkin verður sprænd undir skinnið á herðunum við einum hormoni - til dømis medroxyprogesteronacetat. Verður tíkin viðgjørd við hesum heilivági 5. hvønn mánaða, ger hettar, at tíkin als ikki gongur á illum, og so statt at hon heldur ikki verður kviðin. Tað er tó umráðandi, at tíkin verður viðgjørd til røttu tíð. Tað vil siga, at tíkin skal hava gingið á illum minst eina ferð, áðrenn hon verður viðgjørd fyrstu ferð. Tað er umráðandi, at hon verður viðgjørd tá hon er í hvíld - sí oman fyri - umleið 1-2 mánaðar fyri, at hon gongur á illum og síðani 5. hvønn mánaða. Tíkar ganga á illum, so leingi tær liva. Tó sær tað út til, at tíðarbilið, millum at tær ganga á illum, verður longri, sum tíkarnar eldast og møguleikin fyri, at tær kvidnast, verður eisini heldur minni við aldrinum.